{{ artist }}
{{ title }}

Radio.fo avloysir R7

R7 Kringvarp boðaði herfyri frá, at tey fóru at gevast við útvarpspartinum, og at ljóðið frá R7 fór at sløkna á midnátt nýggjársaftan.

Mong hava harmast hetta og vónað, at onkur tók táttin upp eftir R7.

Tí er tað við stórari gleði, at Radio.fo nú kann boða frá, at avtala er gjørd við R2 Net um, at Radio.fo tekur við á FM-sendinetinum eftir R7.

Á midnátt kl. 24 nýggjársaftan steðgar R7 Kringvarp, og Radio.fo tekur við.

Radio.fo hevur sent á alnótini í desembur og verður nú eisini landsdekkandi á FM-sendinetinum.

Vit ynskja at taka táttin upp eftir R7 og byggja víðari á tann fólksliga leistin.

Stigtakararnir, Jógvan Poulsen og Andrew Djurhuus, eru spentir um nýggju avbjóðingina.

Vit hoyrast á midnátt og ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár.



radio@radio.fo

Tlf. 222181